Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving.
Góðan lesihug!
Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk
Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa familjulív og arbeiðslív at ganga hond í hond.Tað er stórhending, at ein nýggj føroysk skaldsøga kemur á marknaðin, so hetta er forvitnisligur lesnaður. Løgtingsvalið nærkast eisini í hvørjum, og hetta ger skaldsøguna uppaftur meira spennandi og tíðarhóskandi, tí ynskja vit eina føroyska grundlóg, ella vilja vit varðveita ta donsku?
Helle Helle: De
Í hesi skaldsøguni hitta vit navnleysu møðgurnar, 16 ára gomlu gentuna og mammu hennara. Mamman er sjúk, og støðan er alvorlig. Kortini práta tær báðar ikki um sjúkuna ella tíðina fyri framman, tá ið dóttirin verður móðurleys. Tær tosa um alt annað og royna at liva, eins og alt er, sum tað var. Hóast evnið er tungt, so ger minimalistiski skrivistílurin, at bókin ikki verður ov tung at lesa reint kensluliga.Danskarar hava valt hesa bókina at vera í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins.
Durita Holm: Offurmorðið
Offurmorðið snýr seg um norska fólkalívsfrøðingin Alisu. Í bókini fer Alisa í arbeiðsørindum til Kolumbia at granska kynsleiklutir í tarvafektaraumhvørvinum har. Talan er um krimi, har morð er ein týðandi partur av søgugongdini saman við ógvusligum harðskapi, forelskilsi og ástarleiki, umframt áhugaverdari vitan um umhvørvið, sum Alisa ferðast í. Sum lesari merkir tú alt fyri eitt, at rithøvundurin hevur gjørt eitt framúr gott fyrireikingararbeiði um umhvørvið, sum bókin gongur fyri seg í, og tískil er hon gott og skynsamt undirhald. Verður tú púra bitin eins og eg, kanst tú eisini kasta teg út yvir framhaldsbókina, ið eitur Zapatista.
Michelle Obama: Becoming
Í hesi sjálvsævisøguni letur Michelle Obama dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina spennandi ferð gjøgnum sítt hendingaríka lív. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur sett øll sølumett. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum.
Um tú hevur hug at vita meira um hesa bókina, kanst tú altíð lesa mítt bókaummæli av henni á leinkjuni her.Sólrun Michelsen: Tema við slankum
Hendan skaldsøgan er sett saman av fleiri sjálvstøðugum smásøgum, sum allar snara runt um ein kvinnuligan persón. Bókin er í trimum høvuðspørtum, sum snúgva seg um barndómsárini, ungdómsárini og vaksmannalívið hjá hesari áhugaverdu og eitt sindur loyndarfullu kvinnuni. Um tú ynskir eina samanhangandi søgu, so mást tú alla tíðina fylgja við og fylla gloppini í søguni, tí minimalistiski skrivistílurin ger, at tað ikki eru nógvar upplýsingar, sum tú fært til gávis. Tað er júst hetta, ábyrgdin hjá lesaranum, sum ger, at bókin gerst so spennandi og ikki minst mennandi at lesa.
Kanska tú skilir hana fyrstu ferð, tú lesur hana, kanska ikki. Um ikki, les hana so umaftur. Hon er ikki so lang, so tað ber væl til. Og so, tá ið tú endiliga fært puslispælið at liggja rætt og skilir lívssøguna hjá kvinnuni, so fært tú møguleika at sita eftir við eini fantastiskari “wauw! eg kláraðir tað” kenslu.Virginia Woolf: Sítt egna rúm
Sítt egna rúm er fyrsta og einasta bókin eftir Virginiu Woolf, sum er umsett til føroyskt. Bókin er ein ritroynd, har ið høvundurin kannar sambandið millum kvinnur og bókmentir. Í ritroyndini vísir høvundurin á, hvussu kvinnur gjøgnum øldir hava verið hildnar frá at skriva. Eisini lýsir hon, hvat ið krevst, um kvinnur skulu kunna skriva.
Hóast bókin er gomul, so er hon viðkomandi at lesa í dag. Hon er undirhaldandi og upplýsandi í senn. Leonora Christina Skov: Den, der lever stille
Tá ið mamma Leonoru doyr, tekur hon avgerð um at skriva veruligu søguna um seg og sítt lív. Um einsamøllu Christinu, sum veksur upp við eini ætlan: at fáa góðar karakterir í skúlanum, so mamman kann elska seg. Og um ungu kvinnunua, sum fer heimanífrá til Keypmannahavnar at lesa bókmentafrøði og endurskapar seg sum rithøvundin Leonoru. Hon forelskar seg í einum kvinnuligum presti, og tað fær øði í hennara foreldur: ,,Når du ligger i rendestenen skal du nok komme hjem,” sigur pápi hennara, men tá kemur øði í Leonoru, og hon setur sær fyri at liva. Hetta er ein fangandi skaldsøga um at missa alt og finna seg sjálva.
Naja Maria Aidt: Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage
Í mars 2015 doyði Carl, sonur kenda rithøvundin Naju Mariu Aidt, í eini syrgiligari vanlukku bert 25 ára gamal. Hetta er ein avrovað og erlig skaldsøga um lív og deyða, sorg og gleði, men mest av øllum ein skaldsøga um, hvussu sorgin fekk fastatøkur á teimum eftirsitandi. Um tú hevur hug at kunna teg nærri um hesa bókina, ert tú vælkomin at lesa mítt bókaummæli av henni her.
Marjun Syderbø Kjelnæs: Tóm rúm
Hetta er eitt leikrit, sum snýr seg um eini hjún, hana og hann, sum hava upplivað størstu sorgina: tey hava mist sín einkarson. Hóast sjálv søgan í leikinum kann ljóða at vera ógvuliga tung, so er hon so nógv meira enn tað. Sum lesari fylgir tú henni og honum, meðan tey hvør á sín hátt royna at skapa sær eina nýggja meining í tilveruni. Hann leitar eftir smáum gerandisligum eydnuløtum, meðan hon fonglast við stórar spurningar. Umframt sjálva søguna um tey bæði eru eisini yrkingar í leikritinum. Hesar yrkingarnar fara sum ein reyður tráður gjøgnum leikin og fáa søgugongdina at ganga upp í eina hægri eind.
Christina Hesselholdt: Vivian
Hetta er ein ævisøgulig skaldsøga, sum snýr seg um hugtakandi og gátufullu fronsk-amerikonsku kvinnuna Vivian Maier (1926-2009), sum størsta partin av lívi sínum arbeiddi sum barnagenta hjá ymiskum múgvandi familjun í Chicago og New York. Eftir at hon andaðist eru yvir 150.000 av myndum hennara av tilvild komnar undan kavi í ymiskum aktiónum. Myndirnar hava fingið altjóða viðurkenning, tí tær á sermerkan hátt megna at lýsa gøtulívið í fleiri amerikonskum stórbýum gjøgnum fleiri áratíggju. Skaldsøgan er ein roynd at finna listarkvinnuna aftan fyri listarverkini. Um tú hevur hug at kunna teg meira um hesa skaldsøguna, kanst tú klikkja teg inn á mítt bókaummæli av henni her.
Comments
Post a Comment