Skip to main content

Bókaviðmæli til mammudagin


Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur. 
Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði?

Góðan lesihug! 

Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen



Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr.

Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp við galdandi  norm. Ein onnur systur, Helena, fer á ein bóndagarð í grannabygdini at tæna. Hon vil forvinna sær nøkur oyru, so hon eisini kann sleppa út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og ímóti sínum vilja gerst hon við barn. Hon roynir eftir førimuni at liva við skommini, sum tá ið tíðini var tengd av at eiga barn uttan fyri hjúnalag. Sum lesarar fylgja vit henni og fáa innlit í, hvussu hon roynir at fóta sær eftir illgerðina.

Talan er um eina søguliga skaldsøgu, sum byggir á veruligar hendingar seinast í 19. øld, og allar tær stóru broytingar, sum vóru í føroyska samfelagnum í hesum tíðarskeiðinum, verða flættaðar inn í søgugongdina. Hetta eydnast væl, og gevur skaldsøgan harvið eitt einastandandi innlit í eina farna tíð og farnar kvinnu- og mammulagnur.

Fjallafólk á flatlendi eftir Katrina Didriksen Apol



Í 1920 flutti Sanna Apol úr Norðadali til Hollands saman við hollendska manni sínum. Meðan hon var í Hollandi, skrivaði hon tíðum dagbók, sum nú er givin út í bók saman við upplýsandi inn- og útgangi, sum Katrin Didriksen Apol hevur skrivað.

Í dagbókini festir Sanna erliga sínar tankar á blað. Serliga greiðir hon frá tvídráttinum millum náttúru og mentan á bæði persónligum og samfelagsligum stigi. Sanna er við barn, tá ið hon skrivar dagbók, og hon letur eisini upp fyri teimum tankum og kenslum, sum viðgongutíð hennara er merkt av. Harvið gevur bókin eisini eitt einastandandi innlit í tey kor, sum føroyskar barnakonur og nýklaktar mammur livdu undir fyri umleið 100 árum síðan.

Ræk mig stjernerne eftir Jojo Moyes



Alice er ein ung kvinna í Englandi, sum forelskar seg í einum ríkum og flottum amerikanara. Tá ið hann fríggjar er hon skjót at siga ja uttan at vita, hvør lagna bíðar henni í Amerika. Komin til Kentucky veksur trýstið á Alice skjótt, tí í nýggja húskinum bíða øll spent eftir, at hon skal gerast við barn. Alice roynir tað, hon kann, men maðurin misti eftir brúdleypið allan áhuga fyri henni og vil ikki nærkast henni.

Lukkutíð fyri Alice hittir hon Margery, sum er partur av einum ferðandi bókasavni. Saman við Margery og øðrum lokalum kvinnum fer Alice undir at ríða til fátækar familjur uppi í fjøllunum fyri at lána teimum bøkur. Í fríu náttúruni gloymir Alice døpru lagnu sína, hon letur seg fylla við eini kenslu av frælsi og upplivir eina nýggja gleði við lívi sínum.

Talan er um eina søguliga skaldsøgu, sum er bygd á veruligar hendingar.

Dødevaskeren og Skyggedanseren eftir Saru Omar



Hetta eru tvær ógvisligar skaldsøgur um lívið hjá ungu kurdisku gentuni, Fremsk.

Fyrra bókin hevur tvey spor: hon snýr seg um fyrstu 5 árini av lívinum hjá Fremsk í Kurdistan og um eina sjúkralegu hjá Fremsk, har hon sum vaksin liggur á sjúkrahúsi í Danmark. Serligur dentur verður tó lagdur á harða uppvøksturin í Kurdistan. Greitt verður frá, at pápin vil ikki vita av henni; í fyrstu syftu tí at hon er eitt gentubarn, og í aðru syftu tí hon hevur ein hvítan hárlokk á døkka skallanum. Mamma Fremsk óttast somikið nógv fyri lívinum hjá dóttur síni, at hon sendir hana til síni egnu foreldur at vaksa upp. Teirra heim er er eitt kærleiksfult heim, men tey eru tó bert í standi til at verja Fremsk móti kropsligum og sálarligum harðskapi í heilt stutta tíð, tí frá øllum ættum merkjast avleiðingar av kríggi, fólkadrápi og hatri.

Í seinnu bókini eru eisini tvey spor: barndómurin hjá Fremsk í Kurdistan verður lýstur enn meira, meðan hitt sporið snýr seg um, hvussu Fremsk sum vaksin roynir at skapa sær eina nýggja tilveru í Danmark. Hon lesur á universitetinum, noktar at ganga í turriklæði og skrivar atfinningarsamar greinar um vantandi kvinnurættindi í arabiskum londum. Hennara áræði kostar nógv, og hon upplivir m.a. aftur og aftur bæði at vera kensluliga svikin og kropsliga bukað av sínum nærmastu. Til endans, eftir at hava verið bukað somikið ógvusliga, at hon fyri aðru ferð upplivir at missa barn í móðurlívi, sær hon sær ongan annan útveg enn at slíta øll sambond fyri at bjarga lívi sínum.  

Hinumegin er mars eftir Sólrúna Michelsen



Í hesi skaldsøguni fylgir lesarin eini kvinnu í 60’unum, sum av álvara sannkennir, at lívsskeiðið nú er farið at halla. Kvinnan er nógv um mammu sína, sum býr einsamøll í heimi sínum, hóast hon gjøgnum bókina gerst alsamt veikari og veikari, fer í barndømi og til endans doyr. Í brotum verður eisini greitt frá, hvussu tilveran hevur lagað seg hjá bæði móður og dóttur.

Í øllum stillum er skaldsøgan ein innilig og poetisk kærleiksváttan til allar mammur.

Tænkepauser


Tænkepauser er ein bókarøð, har ið granskarar frá Aarhus Universiteti skriva um tað, teir granska. Hugskotið við bókarøðini er, at granskarnir miðla sína servitan út til ein breiðan skarða av fólki heldur enn bara til aðrar granskarar. Hvør bók er einans 60 síður, og innihaldið verður borið fram við gerandisligum máli og tíðum skemtiligum tóna. Hetta ger bókarøðina perfekta til skundmiklar mammur, sum hungra eftir skjótari góðskugóðkendari servitan innan eitt ávíst øki.

Higartil havi eg lisið bókina Fiktión eftir Simonu Zetterberg Gjerlevsen, sum seinastu árini hevur granskað í júst fiktionaliteti og skaldsøgum. Bókin er upplýsandi og greiðir á áhugaverdan hátt frá, hvussu vit eru umringað av fiktivum frásagnum. Tí, sum hon sigur, so er fiktión allastaðni. Næst á mínum lista eru Vilje eftir Søren Fauth, sum snýr seg um viljan hjá einstaka menniskjanum, og Litteratur eftir Dan Ringgaard, sum snýr seg um ta list, sum skaldskapur skapar við máli. Eftir tær báðar fari eg allarhelst at lesa Tænkepauser um onnur áhugaverd evni s.s. trúgv, politik og heilsu.










Comments

Popular posts from this blog

10 góðar bøkur til summarfrítíðina

Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa

Harmur og gleði í felag tey reika

Margit M. Baadsager: Góða systir – ein dagbók til Arnvør. Sprotin 2019. 411 síður. Vegleiðandi søluprísur er 298 kr. Í november 2015 fekk 38 ára gamla fekk Arnvør á Torkilsheyggi staðfest heilakrabba, sum bar við sær, at hon misti sítt stutttíðarminni. Støðan gjørdi, at eldra systir hennara, Margit, bretti upp armar og fór undir at skriva eina dagbók. Endamálið við dagbókini var, at hon kundi vera eitt amboð til Arnvør at fáa samanhang í sítt lív, tá ið hon hevði bast herviligu sjúkuni: -Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk aftur, kanst tú lesa dagbókina og verða dagførd. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum. Arnvør gjørdist ikki frísk og fekk ongantíð møguleika at lesa dagbókina og verða dagførd um sína sjúkralegu, men tann møguleikan hava vit onnur nú fingið. Bókin nemur hjartastreingirnar, tí við skemti og álvara verður á jarðbundnan hátt greitt frá familjulívinum hjá eini vanligari føroyskari familju,

Sorg og saknur í barnahædd

Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr. Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata. Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítla

Tá ið dreymurin gerst veruleiki

Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr. Eg ivist onga l øtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga hennara Min historie endiliga á alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum. Í bókini er ferðin gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørt