Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Míni orð

Avbjóðingarnar eru so ymiskar

Tann 9. mars 2016 gjørdist eg mamma fyri fyrstu ferð. Tá átti eg sonin, Braga. Nakrar vikur eftir at eg hevði átt, byrjaði eg sum flest allar mammur at ganga í mammubólk, umframt at eg eisini byrjaði at ganga í familjucafé hjá Mødrehjælpen. Tað var deiligt at hitta aðrar nýklaktar mammur og hava møguleika fyri at tosa saman um nýggju tilveruna. At gerast mamma er jú ein nýggj og øðrvísi avbjóðing í lívinum, sum gevur stóra ábyrgd.

-Vit kunnu orðna fyri eini fosturtøku!

Um miðjan oktober síðsta ár, fóru eg og Brandur so spent í skannaran at síggja lítla undrið, sum alsamt vaks innan í mær. Eg var komin góðar 20 vikur, og talan var um “misdannelsesscanning”, sum verður bjóðað barnakonum her í Danmark. Vit vóru spent. Hetta fór at vera ein serlig løta, tí Brandur hevði ikki verið við til fyrru skanningina.