Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2019

Kvinnan við myndatólinum

Christina Hesselholdt: Vivian. Rosiante. 200 síður. 249,95 kr (vegleiðandi prísur) Á markinum millum fakta og fiktión megnar danski rithøvundurin Christina Hesselholdt í skaldsøguni Vivian (2016) at taka lesarar sínar við á eina spennandi og mennandi ferð hagar bæði formur og innihald støðugt ganga lið um lið. Hendan ævisøguliga skaldsøgan, sum eg júst havi lisið,  snýr seg um hugtakandi og gátufullu fronsk-amerikonsku kvinnuna Vivian Maier (1926-2009), sum størsta partin av lívi sínum arbeiddi sum barnagenta hjá ymiskum múgvandi familjum í Chicago og New York. Lív hennara var stillført, og hon legði alla tíðina alstóran dent á at verja sín samleika fyri øllum, eisini medmenniskjum sínum. Eftir at hon andaðist, eru yvir 150.000 av myndum hennara av tilvild komnar undan kavi í ymiskum aktiónum. Myndirnar hava fingið altjóða viðurkenning, tí tær á sermerktan hátt megna at lýsa gøtulívið í fleiri amerikonskum stórbýum gjøgnum fleiri áratíggju. Hendan viðurkenningin he