Christina Hesselholdt: Vivian. Rosiante. 200 síður. 249,95 kr (vegleiðandi prísur)
Á markinum millum fakta og fiktión
megnar danski rithøvundurin Christina Hesselholdt í skaldsøguni Vivian (2016)
at taka lesarar sínar við á eina spennandi og mennandi ferð hagar bæði formur og innihald støðugt ganga
lið um lið.
Hendan ævisøguliga skaldsøgan, sum eg júst havi lisið, snýr
seg um hugtakandi og gátufullu fronsk-amerikonsku kvinnuna Vivian Maier (1926-2009), sum størsta
partin av lívi sínum arbeiddi sum barnagenta hjá ymiskum múgvandi familjum í
Chicago og New York. Lív hennara var stillført, og hon legði alla tíðina alstóran dent á at
verja sín samleika fyri øllum, eisini medmenniskjum sínum. Eftir at hon andaðist, eru yvir
150.000 av myndum hennara av tilvild komnar undan kavi í ymiskum aktiónum.
Myndirnar hava fingið altjóða viðurkenning, tí tær á sermerktan hátt megna at lýsa
gøtulívið í fleiri amerikonskum stórbýum gjøgnum fleiri áratíggju. Hendan viðurkenningin
hevur ført við sær, at Vivian Maier eftir deyða sín loksins er vorðin ein vird
listakvinna kring allan heimin.
Eg meti, at drívmegin í
skaldsøguni er at skapa eina so sanna og erliga mynd av hesi kvinnu, sum
gjøgnum alt sítt lív livdi fyri listina, men ongantíð tók nakað stig til tess
at fáa viðurkenning fyri sínar listarligu dygdir. Fyri at náa hesum máli hevur
rithøvundurin givið skaldsøguni ein rættiliga leysan bygnað. Sum lesari hitta
vit Vivian, sum alla tíðina vil verja seg fyri umheiminum, og tískil er ring at
nærkast. Fyri at læra hana at kenna hittir lesarin tískil eisini fleiri aðrar persónar,
sum hava livað tætt upp at Vivian. Hesir persónarnir greiða hvør sín
hátt frá Vivian, og frásagnir teirra eru hvør sær sum smáar perlur, sum metafrásøgufólkið
í skaldsøguni í veruligum Christina Hesselholdsstíli setur saman til eitt vakurt
og hugtakandi perluband.
Lýsingin av hesi gátufullu
myndakvinnuni megnar at geva lesarum nógv at hugsa um, t.d. við at viðgera tørvin
hjá menniskjum á sjálvrealisering og sjálvlýsing, sum í løtuni serliga kemur
til sjóndar á fremstu talgildu pallunum s.s. Facebook, Instagram og Snapchat.
Metafrásøgufólkið í skaldsøguni lýsir við fáum orðum hesa trongdina, sum at
kalla øll stríðast ella liva við:
Vi åbner munden og ud kommer - vi selv.
Vivian fylgir ikki hesi gongdini við sjálvrealisering og sjálvlýsing.
Tvørturímóti vanvirðir hon hana. Hon avdúkar ikki seg sjálva á netinum, og vil
enntá ikki upplýsa sítt navn fyri fremmandafólki. Gjøgnum skaldsøguna skiftir
hon tískil í heilum navn og eitur Vivian, Viv, Vivienne og V. Smith.
Navnabroytingin leggur seg tætt uppat grundleggjandi kjakinum um samleika og
kyn, sum er ein reyður tráður gjøgnum skaldsøguna: Hvør var Vivian? Hvussu var
hon? Finnur skaldsøgan listarkvinnuna aftanfyri listina?
Eg fari ikki at avdúka, hvørt skaldsøgan megnar
at finna svarini. Heldur ynski at eg geva tær sum lesara loyvi til at taka
støðu til hetta, um so er at tú hevur hug at lesa hesa spennandi og krevjandi
skaldsøguna, sum er skrivað av einum rithøvundi, sum ferð eftir ferð seinastu nógvu
árini hevur givið lesarum bæði innihaldsligar og málsligar upplivingar í serflokki.
Hendan bókin er einki undantak, tí hon vann DR Romanprisen í 2017, umframt at
hon eisini var tilnevnd Nordisk Råds litteraturpris sama ár.
Ynskir tú at síggja verk, sum Vivan Maier hevur tikið, viðmæli eg tær at vitja almennu síðu hennara við at trýsta á her.
Mynd 1: bókarperman. Mynd 2: Vivian Maier (sjálvsmynd). |
Comments
Post a Comment