Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2019

Húðarleys sorg og trilvan eftir at vera

Naja Maria Aidt: Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage. Carls bog. Gyldendal 2017. 156 síður. Vegleiðandi søluprísur 249,95 kr. Í mars 2015 doyði Carl, sonur kenda rithøvundin Naju Mariu Aidt, í eini syrgiligari vanlukku bert 25 ára gamal. Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage er ein avrovað og erlig skaldsøga um lív og deyða, sorg og gleði, men mest av øllum ein skaldsøga um, hvussu sorgin fekk fastatøkur á teimum eftirsitandi. Bókin fekk beinanvegin góða móttøku í Danmark. Hon seldi væl og fekk nógv jalig ummæli frá bókmentafrøðingum og tíðindafólki. Og nú eg havi lisið hana fyri fimtu ferð uttan íhald, ásanni eg enn eina ferð, at eg skilji væl hennara popularitet.   Í skaldsøguni fylgir lesarin eini kvinnu, sum missir son sín. Kvinnan er Naja Maria Aidt, og sostatt er samanfall millum rithøvund, høvuðspersón og frásøgufólkið í skaldsøguni. Hetta merkir við støði í ástøðinginum Philippe Lejeune, at skaldsøgan kann flokkast millum aðrar