Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel
Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr.
Eg ivist onga løtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest
spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika
hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga
hennara Min historie endiliga á
alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á
eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum.
Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til
leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet.
Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í
heiminum.
Í bókini er ferðin
gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørtum, sum hvør
sær umboða týdningarmikil tíðarskeið í lívi hennara: lívið sum Michelle
Robinson, lívið sum Michelle Obama og lívið sum forsetafrúa í Amerika. Felagsnevnararnir fyri allar
endurminningarnar í bókini er, at tær
hava verið við til at mynda hana sum menniskju. Erliga greiðir Michelle frá,
hvussu tað var at vaksa upp í trongum korum í einum fátækrabýlingini í Chicago,
hvussu hon sum stór genta kastaði seg útyvir skúlan við einum brennandi ynski
um at fáa eina góða útbúgving, og hvussu hon upplivdi tað at finna røttu
hillina á arbeiðsmarknaðinum. Michelle loyvir eisini okkum lesarum innum
familjulívið og setur orð á trupulleikar í hjúnalangum, m.a. hvussu tað var at
missa barn í móðurlívi, hvussu tað var at gerast mamma eftir at verið í
hormonviðgerð í fleiri ár og ikki minst, hvussu tað sum familja var at
búleikast á heimsins kendasta bústaði: teimum hvítu húsunum. Endurminningarnar
eru væl kryddaðar og rúma bæði skemti og álvarsemi, sigrum og vónbrotum.
Ein reyður tráður
gjøgnum allar endurminningarnar í bókini er,
at Michelle leggur stóran dent á at nýta sína rødd og sína støðu til at varpa
ljós á ymisk týdningarmikil evni. Hetta eydnast henni væl og førir við sær, at hon
hegnisliga knýtir amerikanska søgu, rasusøgu og kvinnusøgu afturat síni egnu
søgu. Sambært henni hanga allar hesar søgurnar óloysiliga saman:
I vores trange lejlighed i Chicagos South Side hjalp de (t.v.s. foreldrini) mig med at se værdien af vores historie, af min historie, af vort lands større historie. Selv når det ikke er kønt eller perfekt. Selv når det er mere virkeligt, end man har lyst til, at det skal være.
Úrslitið av hesum hugburðinum
er, at bókin ikki bert er ein av teimum óteljandi sjálvsævisøgunum í bókahandlunum
kring heimin, har ið egin sjálvsdyrkan stendur í miðdeplinum. Michelle hevur
megnað at skrivað eina ævisøgu, sum breiðir seg nógv longur út enn so! Hetta
førir við sær, at bókin er persónlig uttan nakrantíð at vera privat. Tá ið hon
greiðir frá sínum egnum vunnu rættindum í sambandi við húðarlit, vísir hon
samstundis á, hvussu afroamerikanskir íbúgvar hava stríðst og enn stríðast fyri
sínum rættindum og móti stigmatisering av ymsum slag. Hon flættar fleiri kend
undangongufólk við inn í frásøgnina, harímillum Martin Luther King og hansara
dreymar fyri afroamerikonska fólkið. Tá ið hon greiðir frá, hvussu leikluturin
sum arbeiðandi kona og mamma hevur ávirkað hana, ger hon nógv burturúr eisini at
greiða frá sínum fyrimyndum og mentorum, og hvussu týdningarmikið eitt gott
netverk er.
Gjøgnum bókina vendir
Michelle sær aftur og aftur móti lesarunum. Hetta ger hon á ymiskar hættir,
t.d. setur hon fleiri ferðir retoriskar spurningar, umframt at hon eisini ferð
eftir ferð staðfestir einfalda veruleikan fyri lesaranum, sum vit í gerandisliga
resinum ofta hava lyndi til at gloyma. Hon sigur:
Du vil altid have din historie med dig. Det er dig, der ejer den.
Hesar snildirnar hjá
henni førdu við sær, at eg sum lesari fekk nógv áhugaverd evni til umhugsanar,
sum gjørdi, at bókin hevur livað víðari í hugaheimi mínum leingi eftir, at eg
hevði lisið síðstu síðu. Tær fingu meg at grunda um mítt egna lív við
spurningum s.s. Hvør eri eg? Hvagar vil eg? Aftanfyri hómast sjálvsagt eyðkendi
hugburðurin um amerikanska dreymin, sum er, at greitt fokus og hart arbeiði
førir teg hagar, tú vilt. Í einum skundmiklum gerandisdegi meti eg tó, at tað er
júst hetta, ið skal til, tí hvørji eru vit, um vit ongantíð steðga á at grunda á okkara egna lív ella á samfelagsstøðuna?
Comments
Post a Comment