Skip to main content

Harmur og gleði í felag tey reika




Margit M. Baadsager: Góða systir – ein dagbók til Arnvør. Sprotin 2019. 411 síður. Vegleiðandi søluprísur er 298 kr.

Í november 2015 fekk 38 ára gamla fekk Arnvør á Torkilsheyggi staðfest heilakrabba, sum bar við sær, at hon misti sítt stutttíðarminni. Støðan gjørdi, at eldra systir hennara, Margit, bretti upp armar og fór undir at skriva eina dagbók. Endamálið við dagbókini var, at hon kundi vera eitt amboð til Arnvør at fáa samanhang í sítt lív, tá ið hon hevði bast herviligu sjúkuni:

-Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk aftur, kanst tú lesa dagbókina og verða dagførd. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum.

Arnvør gjørdist ikki frísk og fekk ongantíð møguleika at lesa dagbókina og verða dagførd um sína sjúkralegu, men tann møguleikan hava vit onnur nú fingið. Bókin nemur hjartastreingirnar, tí við skemti og álvara verður á jarðbundnan hátt greitt frá familjulívinum hjá eini vanligari føroyskari familju, eftir at álvarsom sjúka hevur rakt.

Frá eini systur til okkara

Sum lesarar fylgja vit fyri tað mesta Margit í gerandisdegi hennara og fáa gott innlit í hennara upplivingar og tankar í sambandi við sjúkraleguna hjá systrini. Dagbókin strekkir seg frá 28. oktober 2015 – 22. apríl 2019. Umframt dagfesting og stað hevur hvør dagur eisini eina yvirskrift. Fyrsti dagur hevur sama heiti sum bókin, Góða systir, sum vísir á, at upprunaligi móttakarin var systir Margit. Allir aðrir dagar hava yvirskrift, ið leggur seg aftur at innihaldinum ávísa dagin, t.d. Diagnosan, Kemo- og stráluviðgerð, Pallittiva toymið, Síðsti dagur og Endi.
         Í innganginum greiðir Margit frá, at tankin um at geva dagbókina út í bók, ávirkaði hennara hátt at skriva:

(...) Tí royni eg alla tíðina at skriva virðiliga og við kærleika.

Hesi mørkini, sum Margit setti sær sjálvari, eyðkenna bókina úr einum enda í annan. Hóast hetta sýnist tað kortini ikki eins og nakað verður fjalt fyri okkum lesarum, ella at fingrarnir verða lagdir ímillum. Margit torir at merkja eftir, hvat bylgist inni í sær, nú systir hennara er endað í eini groteskari sjúkralegu, og hon megnar at festa tað á blað við løttum gerandismáli, sum í støðum ber á brá av hennara átrúnaðarligu bakgrund. Gjøgnum bókina síggja vit ymiskar sinnisstøður hjá henni: hon er glað og kedd, vónrík og sorgarbundin, sterk og viðbrekin. Tá tá ið læknarnir boða frá, at teir gevast at geva Arnvør viðgerð, seyrar øðin og máttloysið hjá Margit út úr síðunum:

Tú og Rói fóru inn á Ríkissjúkrahúsið. Tit skuldu tosa við læknan undan viðgerðini.
Læknin segði bart út, at tú fært onga viðgerð. SUM Í AT TEY GEVAST VIÐ AT GEVA TÆR VIÐGERÐ.

At Margit á hendan hátt letur vreiðina og máttloysið føra pennin førir við sær, at tankabond vórðu skapað í hugaheimi mínum, og eg kendi hennara pínu, eins og var tað mín egna. Hetta er júst tað, ið bókin ferð eftir ferð megnar: at seta orð á menniskjaliga sorg, sum øll fara ígjøgnum fyrr ella seinni her á fold.

At vera og ikki at vera

Í fleiri umførum fara týðandi skifti fram í bókini, har ið Margit loyvir øðrum framat at greiða frá sínum upplivingum í sambandi við drúgvu sjúkraleguna hjá Arnvør, t.d. Arnvør sjálv og mamma systrarnar báðar, ið eitur Malena. Hetta er ein fongur fyri bókina, tí skiftini føra við sær, at vit sum lesarar síggja sjúkraleguna hjá Arnvør og støðuna hjá familjuni frá fleiri síðum. Til ber at siga, at støðumyndin verður bæði klárari, meira fjøltáttað og far eitt djúpari innihald. Margit hevur eisini valt at seta sms-boð, teldupostar, alnetstilfar, brøv, upplýsingar frá læknum, samskifti við føroyska og danska heilsuverkið og minningarorð orðarætt inn. Hesi brotini føra við sær, at eg undir lestrinum fekk eina kenslu av at vera stødd saman við Margit og familju hennara gjøgnum teirra harm og gleði.
         Tá ið bókin endar við sanginum So mangt er mær dult hjá Øssuri Berghamar, greiðir Margit frá, at sangurin lýsir tann frið, ið hon hevur fingið eftir svára missin. Eg lesi sangin fleiri ferðir, og eg verði uggað. Arnvør er ikki longur ímillum síni kæru, men dagbókin til hennara er vorðin til eina vakra bók um trupul og eym evni. Hon pýðir nú á hillini her heima, og einglarøddin hjá Arnvør ljómar úr hátalaranum: Jú, hondin mær helt á tí fullkomna vegi, sum trygt meg til himmalin bar.

Comments

Popular posts from this blog

10 góðar bøkur til summarfrítíðina

Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa

Bókaviðmæli til mammudagin

Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur.  Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði? Góðan lesihug!  Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr. Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp

Sorg og saknur í barnahædd

Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr. Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata. Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítla

Tá ið dreymurin gerst veruleiki

Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr. Eg ivist onga l øtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga hennara Min historie endiliga á alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum. Í bókini er ferðin gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørt