Skip to main content

Posts

Showing posts from 2020

Sorg og saknur í barnahædd

Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr. Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata. Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítla

Bókaviðmæli til mammudagin

Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur.  Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði? Góðan lesihug!  Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr. Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp

Okkara William Heinesen

Í ár eru tað 120 ár síðan, at havnarmaðurin William Heinesen var borðin í heim. Ymisk tiltøk hava verið á skránni í hesum sambandi fyri at fagna Williami og rúgvusmikla verki hansara, sum m.a. fevnir um skaldsøgur, yrkingasøvn, leikir og myndlist. Á Mentum vilja vit eisini vera við í fagnaðinum, og tískil ber niðanfyri til at lesa eina stutta heildarviðgerð av hansara yrkingasavni Hymne og harmsang, sum Gyldendal gav út í 1961, og sum í 1984 var endurprentað í Samlede digte. Vónandi kann viðgerðin vera við til at gloppa einar dyr, soleiðis at tit síggja bókmentaliga skattin, sum William Heinesen hevur latið okkum.  Hymne og harmsang  í síni heild William Heinesen gav tilsamans 7 yrkingasøvn út.  Hymne og harmsang  var nummar 6 í hesi røðini. Savnið var slóðbrótandi á fleiri hættir, t.d. var tað tað fyrsta yrkingasavnið hjá Williami, sum fekk heitið, sum ikki hevur beinleiðis tilsipingar til náttúruna. Hetta er áhugavert, tí William var altíð nærlagdur, tá ið hann valdi heit