Skip to main content

Sorg og saknur í barnahædd



Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr.

Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata.

Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítlabeiggjanum, síðan systrini og til endans stórabeiggjanum. Tíðarskeiðið strekkir seg frá tí, at systkini eru send út í garðin at spæla, og inntil lítlibeiggin hevur klintrað upp í eitt høgt træ og rópar ,,Diiidda! (…) loftar tú mær, tá eg hoppi?”. Í 4. og seinasta parti heldur hendingargongdin á, og eldru systkini royna tá at fáa lítlabeiggjan trygt niður úr trænum, áðrenn tey aftur fara inn. Til ber at siga, at systkini tá eru saman bæði í tankaheimi og fysiskari staðseting.

Neyvi aldurin á systkjunum verður ongantíð upplýstur, og hann sýnist eisini at vera eitt sindur uttan týdning. Hinvegin verða prei givin, ið geva lesaranum eina hóming av ávísu menningarstigunum hjá systkjunum og teirra evnum at skilja deyðan. Út frá málburðinum hjá lítlabeiggjanum sæst t.d., at hann óivað er ein tøtlari. Hann tosar ikki reint, tá ið hann øsir seg, men sigur ,,Eg eje itti lídil!” samstundis sum at hann trampar. Hansara fatan av tíð er óbúgvin, tí ,,í gjár” er ikki einans bundið at gjárdegnum, men rúmar allari fortíð, og so er hann eisini sera upptikin av tí ítøkiliga, t.v.s. klintringini. Hann skilir hvørki, hví eldru systkini ikki sansa, at hann er í ferð við at gera nakað farligt og forboðið, ella hví mamman fyri løtu síðan læt seg nápa nógvar keks úr køkudósini. Systirin skilir hinvegin íkomnu støðuna hjá familjuni eitt vet betur enn lítlibeiggin. Í 2. parti pjakast hon einsamøll við at seta ein dreka upp. Hon vil ikki fáa hjálp frá lítlabeiggjanum, tí hon heldur, at hann er alt ov lítil at spæla við: Hann er eisini alt ov lítil til alt, bara helvtina so gamal sum hon…”. Hóast systirin er tvífalt so gomul sum lítlibeiggin, so er hon fyri tað mesta eisini upptikin av tí ítøkiliga, t.v.s. at spæla við drekan, men meðan hon spælir, leita tankarnir sær umvegis orðið zefyrur eina ferð til langommuna: Tankin um langommu fær hana næstan at angra, at hon hugsaði um hetta herliga orðið. Hennara saknur eftir langommuni er stórur, og hon nýtir tilvitað spælið til at avleiða sínar egnu tankar. Stóribeiggin er tvífalt so gamal sum systirin, og eins og systirin skilir hann væl broyttu støðuna í familjuni, nú langomman er deyð. Ein týðandi munur er kortini á stórabeiggjanum og systrini, tí meðan systirin tilvitað nýtir drekan til at avleiða sínar egnu tankar, so gevur stóribeiggin sorgini rúmd. Í 3. parti situr hann á kantinum á tí gamla brunninum og syrgir langommuna og tað, ið farið er: Honum leingist eftir langommu. Tað er ikki at skilja, at hon er burtur, burtur fyri altíð. Hóast hann er keddur av, at langomman er deyð og situr og grætur, so eru tankar hansara ikki bara daprir: Tað kennist væl at hugsa um langommu og bara lata tárini renna. At hann gevur sorgini rúmd á hendan hátt førir við sær, at sorgin spakuliga missir fastatøkurnar á honum: Hondin, sum hevur sitið inni í bringuni síðstu fýra dagarnar og kroyst hjartað á honum, loysir fingrarnar, og hann hyggur upp og varnast, at himmalin ikki er gráur.

Ymisku hættirnir hjá systkjunum at skilja og handfara sorg og sakn í neyvt sama tíðarskeiði úti í urtagarðinum er við til at vísa á, hvussu ymiskt børn og menniskju sum heild kunnu uppliva júst somu hending, sama sakn. Í bókini verður eingin háttur lýstur sum tann rætti ella skeivi, men allir tríggir eru hinvegin javnstillaðir. At sama tíðarbil verður endurtikið við trimum ymiskum sjónarhornum førir við sær, at frásøgnin hevur virkna sum ein hermeneutiskur sirkul. Í hvørjari endurtøku verða fleiri orð sett á sorgina og saknin, soleiðis at fatanarkarmurin hjá einstaka lesaranum fær møguleika at víðkast fyri hvønn part og røkka hæddini við stórabeiggjanum, sum eina løtu letur sorgina fylla allar sínar tankar. At bókin endar við, at tey trý systkini í 4. parti finna hvørt annað úti í urtagarðinum og saman loysa leysu endarnar í tankaheimum sínum, vísir á, hvussu týdningarmikið tað er at standa saman, tá ið sorgin rakar. Tey lofta hvørjum øðrum – ikki bókstavliga, men myndarliga – og tá gerst sorgin lættari at bera.

Hóast bókin á hendan hátt hevur ein lættan enda við kærleika og samanhaldi í miðdeplinum, so leggur hendan myndabókin seg aftur at barnabókum, ið viðgera tung evni í barnahædd. Mínir tankar leita sær tískil automatiskt aftur til 2018, tá ið Henrietta Arge Jacobsen helt MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini, har ið hon greiddi frá, hvussu trupul og tung evni verða sett fram í myndabókum fyri børn. Í fyrilestrinum kom hon eitt nú inn á, hvussu framsetingin av viðkvomnum evnum s.s. deyða hava týdning fyri, hvussu bøkur av hesum slag verða móttiknar - ikki bara av børnum, men eisini vaksnum. Eg vóni, at foreldur taka væl ímóti hesi myndabókini, tí eg meti hana vera góða hjá børnum og vaksnum at lesa saman og tosa um. Myndirnar, sum Rakel Helmsdal sjálv hevur gjørt, stuðla væl søgugongdini, umframt at tær innihalda fleiri súmbolsk myndevni, sum eru við til at lata dyrnar upp fyri fleiri evnum at práta um. Myndirnar knýta hvørki søguna at eini ávísari tíð, staði ella ávísari tilverufatan, tær spæla við samspælið millum tað ítøkiligu jørðina og úrtøkiliga alheimin, meðan litirnir á øllum síðum spæla við ljós og myrkur. Til samans virkar alt hetta fyri, at foreldur sjálvi kunnu meta um, hvussu búgvin teirra børn eru at hoyra um sorg, sakn og ymiskar tilverufatanir, eitt nú spurningin um vit sum menniskju ,,bara” enda undir mold, ella um sálir okkara liva víðari uppi millum gongustjørnurnar ella onkra heilt aðrastaðni.

Loftar tú mær? er vorðin tilnevnd barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020, sum eftir ætlan verður latin tann 27. oktober. Sjálv meti eg, at talan er um eina væl uppiborna tilnevning, og at tað verður spennandi at fylgja við í, hvørt bókin megnar at vinna mæta norðurlendska bókmentaprísin. Hetta er triðju ferð, at Føroyar tilnevna bók eftir Rakel Helmsdal til hendan bókmentaprísin; áður hevur hon verið tilnevnd fyri bøkurnar Hon, sum róði eftir ælaboganum (2017) og Miljuløtur (2019). Harumframt hevur Ísland bæði í 2013 og 2018 tilnevnt hana fyri skrímslabøkurnar, sum hon hevur skrivað í samstarvi við Áslaug Jónsdóttur og Kalle Güettler. Hvør veit, kanska eydnast tað henni nú?

Comments

Popular posts from this blog

10 góðar bøkur til summarfrítíðina

Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa

Bókaviðmæli til mammudagin

Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur.  Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði? Góðan lesihug!  Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr. Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp

Harmur og gleði í felag tey reika

Margit M. Baadsager: Góða systir – ein dagbók til Arnvør. Sprotin 2019. 411 síður. Vegleiðandi søluprísur er 298 kr. Í november 2015 fekk 38 ára gamla fekk Arnvør á Torkilsheyggi staðfest heilakrabba, sum bar við sær, at hon misti sítt stutttíðarminni. Støðan gjørdi, at eldra systir hennara, Margit, bretti upp armar og fór undir at skriva eina dagbók. Endamálið við dagbókini var, at hon kundi vera eitt amboð til Arnvør at fáa samanhang í sítt lív, tá ið hon hevði bast herviligu sjúkuni: -Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk aftur, kanst tú lesa dagbókina og verða dagførd. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum. Arnvør gjørdist ikki frísk og fekk ongantíð møguleika at lesa dagbókina og verða dagførd um sína sjúkralegu, men tann møguleikan hava vit onnur nú fingið. Bókin nemur hjartastreingirnar, tí við skemti og álvara verður á jarðbundnan hátt greitt frá familjulívinum hjá eini vanligari føroyskari familju,

Tá ið dreymurin gerst veruleiki

Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr. Eg ivist onga l øtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga hennara Min historie endiliga á alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum. Í bókini er ferðin gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørt