![]() |
Tann 9. mars 2016 gjørdist eg mamma
fyri fyrstu ferð. Tá átti eg sonin, Braga. Nakrar vikur eftir at eg hevði átt,
byrjaði eg sum flest allar mammur at ganga í mammubólk, umframt at eg eisini
byrjaði at ganga í familjucafé hjá Mødrehjælpen. Tað var deiligt at hitta aðrar
nýklaktar mammur og hava møguleika fyri at tosa saman um nýggju tilveruna. At
gerast mamma er jú ein nýggj og øðrvísi avbjóðing í lívinum, sum gevur stóra
ábyrgd.
Í byrjanini var sjálvur leikluturin sum mamma tískil ofta uppi at venda í prátinum okkara millum. Sum børnini síðan vuksu og mentust, fall prátið eisini oftari og oftari á tey. Børnini vóru øll jøvn í aldri, og tískil fylgdust tey í stóran mun í menningini. Hetta gjørdi, at vit sum mammur ofta upplivdu somu avbjóðingar samstundis. Í prátinum millum okkum mammur legði eg tó skjótt til merkis, at eg ofta ikki fekk prátað við. Fleiri mammur gramdu seg um mjólkatrot, vøkunætur, grátandi børn o.s.fr. Slíkar avbjóðingar hevði eg ikki sum nýklakt mamma. Sonur mín fekk næstan alt fyri eitt skil á døgninum og svav hvørja nátt, vøkunæturnar kundu tískil teljast á einari hond, umframt at hann vanliga var góður í sær, blíður og nemmur. Hóast eg ikki hevði somu avbjóðingar sum hinar mammurnar, so høvdu vit okkara stríð heima við hús. Bragi var nevniliga føddur við klumpfóti, sum gjørdi, at hann var í kravmiklari viðgerð fyrstu mánaðirnar eftir føðing.

Hóast klumpføtt børn í dag fáa góða
hjálp, soleiðis at fóturin ella føturnar eftir lokna viðgerð ofta eru at meta
sum vanligar frískar føtur, so er tað týdningarmikið ikki at undirmeta hesa
avbjóðingina. Øll foreldur ynskja sær frísk børn. Eg var einki undantak hesum
viðvíkjandi, og tískil gjørdist eg sera kedd, tá ið eg fekk at vita, at
sonurin, ið enn var í móðurlívi, hevði ein klumpfót. Fyrstu dagarnar græt eg tískil
um støðuna, tí eg visti, at klumpfótur krevur viðgerð, og at børn við klumpfóti
fáa eina nógv harðari byrjan upp á lívið enn børn, ið einki feila. Bragi var eisini einans átta dagar gamal, tá
ið hansara drúgva ferð móti einum frískum fóti byrjaði. Hetta var og er enn ein
hørð ferð fyri hann og okkum foreldur. Tvær ferðir um vikuna í ein mánað skuldi
klumpfóturin í gips, soleiðis at fóturin spakuliga varð rættaður upp á pláss. Síðan
var neyðugt at skera hælsinuna tvørturav. Hetta var neyðugt, tí at júst hendan
sinan var somikið stromm, at fóturin annars ikki kundi gerast beinur. Síðan
skuldi fóturin aftur í gips í nakrar vikur. Eftir at skurðurin var grøddur,
varð gipsið tikið av, og Bragi fekk skinnara á, sum hann skuldi vera í út í
eitt í fýra mánaðir. Tá ið fýra mánaðir vóru farnir, fingu vit at vita, at
Bragi einans skuldi vera í skinnara 14 tímar um døgnið næstu 3-4 árini. Hetta
vóru sonn gleðiboð fyri okkum, tí hetta merkti, at tyngri parturin av ferðini
móti einum frískum fóti nú endiliga var av.
Ferðin til ein beinan fót kendist í
byrjanini mangan drúgv, tí vit eftir hvørja viðgerð høvdu ein son, ið
stríddist. Bragi var virkuliga raskur ígjøgnum alla viðgerðina, men tað er tó
eingin loyna, at viðgerðirnar kravdu nógv av honum, og førdi hetta m.a. við
sær, at hann græt nógv eftir hvørja viðgerð, svav illa, umframt at
matarlysturin ikki var góður. Eg hevði ynskt tað øðrvísi. Hevði ynskt, at Bragi
var frískur og ikki skuldi ígjøgnum alt tað, sum hann longu hevur verið
ígjøgnum. Hevði ynskt, at eg stríddist við somu avbjóðingar sum hinar mammurnar
í mammubólkinum og familjucafé-ini hjá Mødrehjælpen, t.e. mjólkatrot, vøkunætur
og eitt grátandi, men frískt barn. Tíbetur er tað tó ikki upp til okkara at
velja, hvørja lagnu okkara børn fáa. Ja, undir vanligum umstøðum, so hevur
Bragi frá byrjan av grátið lítið, verið góður í sær og sovið um næturnar, og tá
ið á stóð, so var tað eisini júst tað, sum gjørdi, at viðgerðin ikki kendist so
tung og torfør, sum hon annars hevði kunnað gjørt. Tá ið alt kemur til alt, so
má eg eisini vera erlig og ásanna, at eg hevði ikki ynskt, at Bragi var øðrvísi
upp á nakran hátt, tí í mínum eygum er hann perfektur, júst so sum hann er.
Greinin er upprunaliga skrivað til heimasíðuna www.stuttbeintfolk.org og kann eisini lesasat her.