Skip to main content

-Vit kunnu orðna fyri eini fosturtøku!


Um miðjan oktober síðsta ár, fóru eg og Brandur so spent í skannaran at síggja lítla undrið, sum alsamt vaks innan í mær. Eg var komin góðar 20 vikur, og talan var um “misdannelsesscanning”, sum verður bjóðað barnakonum her í Danmark. Vit vóru spent. Hetta fór at vera ein serlig løta, tí Brandur hevði ikki verið við til fyrru skanningina. 


Løtan var serlig. At síggja barnið fekk okkara kærleika fyri tí at vaksa. Kærleikin gjørdist djypri. Alt sá eisini gott út. Barnið varð kannað út í æsir. Vit fingu at vita, at neyðugt var at bíða við at kanna beinini til síðst, av tí at barnið hevði beinini í einari óhepnari støðu. So áðrenn vórðu hjarta, bløðra o.a. kannað. Tað var nakað heilt serligt at síggja hjartað banka. Hjartaslátturin var góður, søgdu tey. Hini gøgnini, sum vórðu kannað, vóru eisini góð. Myrkur skíggi lá á bløðruni. Vit fingu at vita, at hetta var gott, tí tað merkti, at barnið var farið at svølgja fosturvatn, sum síðani fór víðari gjøgnum kroppin. Vit fegnaðust, tí vit sóu, at okkara barn var væl skapt. Tá ið einki annað var eftir, varð aftur byrjað at kanna beinini. Støðan varð tann sama. Eg mátti upp at hoppa og svinga, soleiðis at starvssfólkini fingu eina betri støðu. Einki batti. Stillisliga fingu starvssfólkini á stovuni lirka eitt annað starvsfólk inn í stovuna. Mín illgruni vaks. Mundi tað nú vera tað, sum eg helt? Eg lat sum einki, men fekk stutt eftir staðfest, at so var.


Hetta er brot av grein, sum eg í juni legði út á Facebook. Les alla greinina her.

Popular posts from this blog

10 góðar bøkur til summarfrítíðina

Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa

Bókaviðmæli til mammudagin

Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur.  Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði? Góðan lesihug!  Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr. Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp

Harmur og gleði í felag tey reika

Margit M. Baadsager: Góða systir – ein dagbók til Arnvør. Sprotin 2019. 411 síður. Vegleiðandi søluprísur er 298 kr. Í november 2015 fekk 38 ára gamla fekk Arnvør á Torkilsheyggi staðfest heilakrabba, sum bar við sær, at hon misti sítt stutttíðarminni. Støðan gjørdi, at eldra systir hennara, Margit, bretti upp armar og fór undir at skriva eina dagbók. Endamálið við dagbókini var, at hon kundi vera eitt amboð til Arnvør at fáa samanhang í sítt lív, tá ið hon hevði bast herviligu sjúkuni: -Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk aftur, kanst tú lesa dagbókina og verða dagførd. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum. Arnvør gjørdist ikki frísk og fekk ongantíð møguleika at lesa dagbókina og verða dagførd um sína sjúkralegu, men tann møguleikan hava vit onnur nú fingið. Bókin nemur hjartastreingirnar, tí við skemti og álvara verður á jarðbundnan hátt greitt frá familjulívinum hjá eini vanligari føroyskari familju,

Sorg og saknur í barnahædd

Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr. Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata. Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítla

Tá ið dreymurin gerst veruleiki

Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr. Eg ivist onga l øtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga hennara Min historie endiliga á alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum. Í bókini er ferðin gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørt