Naja Maria Aidt:
Har døden taget noget fra dig så giv det
tilbage. Carls bog. Gyldendal 2017. 156 síður. Vegleiðandi søluprísur
249,95 kr.
Í mars 2015 doyði Carl, sonur kenda rithøvundin Naju Mariu Aidt, í eini syrgiligari vanlukku
bert 25 ára gamal. Har døden taget noget
fra dig så giv det tilbage er ein avrovað og erlig skaldsøga um lív og
deyða, sorg og gleði, men mest av øllum ein skaldsøga um, hvussu sorgin fekk
fastatøkur á teimum eftirsitandi. Bókin fekk beinanvegin góða móttøku í
Danmark. Hon seldi væl og fekk nógv jalig ummæli frá bókmentafrøðingum og
tíðindafólki. Og nú eg havi lisið hana fyri fimtu ferð uttan íhald, ásanni eg
enn eina ferð, at eg skilji væl hennara popularitet.
Í skaldsøguni fylgir lesarin eini
kvinnu, sum missir son sín. Kvinnan er Naja Maria Aidt, og sostatt er samanfall
millum rithøvund, høvuðspersón og frásøgufólkið í skaldsøguni. Hetta merkir við
støði í ástøðinginum Philippe Lejeune, at skaldsøgan kann flokkast millum aðrar
persónligar tekstir. Í slíkum førum er vanligt at seta spurnartekin við
sannføri, men her meldi eg pass, tí tað kennist óetiskt at seta spurnartekin
við kvinnuna og hendingarnar, ið greitt verður frá. Skaldsøgan spælir heldur
ikki við samanfallið, heldur ikki spælir hon við tíðina og staðið. Sjóneykan er
bara sett á sorgina hjá Naju Mariu Aidt. Á óbodnu sorgina, sum hon ímóti sínum
vilja skal læra seg at liva við, tá ið hon missir Carl, sín son.
Heldur enn at spyrja um trúvirðið hjá Naju Mariu Aidt meti eg tað vera nógv
meira viðkomandi at grunda á spurningar um sorg, tí fram um alt annað er bókin ein
persónlig sorgarskaldsøga um at sita eftir, tá ið eins egna barn er farið um
sýn.
Sorgin hjá Naju Mariu Aidt um mista
sonin er nærverandi bæði í formi og innihaldi á hvørjari síðu, tí ber tað yvirhøvur
til at skriva um sítt deyða barn? Um sína egnu framtíð, ið hvarv sum døgg fyri
sól? Deyðin hjá Carli brýtur allar náttúrureglur, og Naja Maria Aidt missir í
fyrstu atløgu evnini at liva og harvið eisini evnini at skriva, sum í hennara
føri eru flættað saman, har ið annað treytar hitt. Eftir eini tíð gerst hon
spakuliga før fyri aftur at festa nøkur orð á blað, men hon má byrja av nýggjum,
tí málið er brotið. Hon skrivar:
Jeg kan ikke forme en sætning.
Mit sprog er goldt.
Í síni trilvan eftir at finna
fótafestið aftur og at finna kreftir at vera mamma fyri børnini, sum hon enn
hevur hjá sær, roynir hon at skriva og at seta málið saman aftur. Bygnaðurin á
skaldsøguni endurspeglar hetta við sínum rættiliga leysa bygnaði, ið er settur
saman av bæði prosa og lýrikki, ymsum skriftum og frásagnum frá nútíðini og
tátíðini. Leysi bygnaðurin megnar rættliga væl at endurspegla sinnisstøðuna hjá
Naju Mariu Aidt, hvørs sorg hevur máað støðið undan tilverugrundarlagnum. Hon
vil ikki liva, hon vil ikki skriva, hon vil bara hava Carl, vil bara til Carl:
Jeg oplever det presserende nødvendigt at vende mig
derhen, hvor han er. Altså i døden. I ikke-tid.
Í síni tráðan og sorg eftir Carli leitar
Naja Maria Aidt eftir øllum, sum hon kann finna um sorg. Serliga gerast
tekstabrot hjá franska symbolistinum Staphane Mallarmé og yrkingasavnið Sommerfugledalen eftir danska yrkjaran
Inger Christensen ein bókmentaligur spegil hjá Naju Mariu Aidt, har ið hon fær
hjálp til at skilja sína egnu støðu og merkir, at hon hóast einsemi ikki er
einsamøll í síni sorg. Tilvísingarnar føra eisini við sær, at skaldsøgan gerst alment
menniskjalig, tí tilviskan um, at sorgin kann raka øll í allar tíðir, gerst veruliga
nærverandi. Harumframt vísa tilvísingarnar, at hátturin hjá Naju Mariu Aidt at
viðgera evnið, er ein nútímans háttur, har ið fingrarnir ikki vera lagdir
ímillum ta ovurhondsstóra hatur, hon hevur móti síni støðu:
Sorgen er
et
fucking fængsel
Orðini eru sterk og loyptu hvørja ferð hvøkk á meg, tá ið eg las tey; men eg góðtók tey, tí hvør eri eg at siga, hvussu ein festir sorg á blað? Og kann sorg yvirhøvur vera røtt ella følsk? Ektað ella óektað? Sannfør ella ivasom?
Comments
Post a Comment