Skip to main content

Okkara William Heinesen


Í ár eru tað 120 ár síðan, at havnarmaðurin William Heinesen var borðin í heim. Ymisk tiltøk hava verið á skránni í hesum sambandi fyri at fagna Williami og rúgvusmikla verki hansara, sum m.a. fevnir um skaldsøgur, yrkingasøvn, leikir og myndlist. Á Mentum vilja vit eisini vera við í fagnaðinum, og tískil ber niðanfyri til at lesa eina stutta heildarviðgerð av hansara yrkingasavni Hymne og harmsang, sum Gyldendal gav út í 1961, og sum í 1984 var endurprentað í Samlede digte. Vónandi kann viðgerðin vera við til at gloppa einar dyr, soleiðis at tit síggja bókmentaliga skattin, sum William Heinesen hevur latið okkum. 


Hymne og harmsang í síni heild
William Heinesen gav tilsamans 7 yrkingasøvn út. Hymne og harmsang var nummar 6 í hesi røðini. Savnið var slóðbrótandi á fleiri hættir, t.d. var tað tað fyrsta yrkingasavnið hjá Williami, sum fekk heitið, sum ikki hevur beinleiðis tilsipingar til náttúruna. Hetta er áhugavert, tí William var altíð nærlagdur, tá ið hann valdi heiti til sínar tekstir. Hann legði seg vanliga eftir at hava stutt og lýsandi heiti, ið kundu samantvinna heiti og innihald. Danski professarin Torben Brostrøm vísir í greinini "Himmel og hav. William Heinesens lyrik" á, at onkuntíð eru Williamsa heiti ein formlig lýsing, aðrastaðni ein frágreiðing, ein lykil ella listinlærd ábending. Bergur Hansen hevði afturi í 2002 eina greinarøð um William Heinesen í Skáanum, har ið hann í hesum sambandi t.d. førir fram, at Hymne og harmsang innihaldsliga er sett saman av einum lívsjáttandi hásongi og samfelagskritiskum harmsangi, ið saman reika gjøgnum savnið. 

Tá ið Hymne og harmsang (1961) kom út á marknaðin, vóru heili 25 ár liðin, síðan hansara seinasta yrkingasavn. Bygnaðarliga er eitt stórt og áhugavert skifti farið fram í hesum tíðarskeiðinum. Sum eitt framhald av bygnaðarligu broytingini í undanfarna savninum, Den dunkle sol (1936), hava yrkingarnar í hesum savninum fingið ein leysari og enn meira modernistiskan bygnað. Evnisliga fer William eisini inn í á nýggj øki, umframt at tónin er vorðin hvassari enn áður, bæði móti samfelagi og átrúnaði. Hetta er kanska ikki so øgiliga merkisvert, um hugsað verður um stóru samfelagsligu broytingina, sum var farin fram tey seinastu 25 árini. Broytingin hevur óivað ført við sær, at tað etiska tilvitið, sum kom til sjóndar í Williamsa ritverki í 1930'unum, hevur fingið ovmikið av stimbran. Eg kann t.d. nevna, at heimskríggj við atombombum og kríggið í Korea førdu við sær, at óttin fyri undirgangi hjá okkum menniskjum í hesum tíðarskeiðnum var útbreiddur millum fólk.

Hymne og harmsang er sett saman av trimum høvuðspørtum, ið allir eru navngivnir: 
  • 1. partur: Gudindernes dans
  • 2. partur: Den hvide mand
  • 3. partur: Arken søsat

Fyri betur at fáa greiðu á hesum einstøku pørtunum og hvussu teir virka sum ein samansett heild í yrkingasavninum, vísi eg niðanfyri á nøkur dømi úr hvørjum høvuðsparti.

Gudindernes dans
Fyrsti parturin í yrkingasavninum er stuttur og fevnir einans um 7 yrkingar. Sum heitið á partinum sipar til, so hava  gudinnur, gleði og fagnaður ein stóran leiklut í hesum partinum. Hetta vil siga, at parturin sostatt er settur saman av yrkingum, sum allar hvør á sín hátt prísa lívinum. Við øðrum orðum vil hetta siga, at paturin knýtir seg at "hymne" í yrkingasavnsheitinum ella "lívsjáttandi hásonginum", sum Bergur Hansen førdi fram í Skáanum. Hesin lívsjáttandi lovsongurin ferðast tó ikki einsamallur, tí í seinastu yrkingini í hesum partinum, "Blomstersælgerske i frost", kemur samfelagskritiska harmljóðið til sjóndar. 

Hendan yrkingin snýr seg um hørðu tilveruna og beiskleikan hjá eini gamlari konu, sum selur blákollur. Yrkingin er 8 ørindi lang, og formliga er talan um støkkprosa. Hetta førir við sær, at yrkingin hvørki hevur inn- ella endarím. Hinvegin er tropisitetur í ein ávísan mun til staðar. Innihaldsliga er yrkingin í tveimum høvuðspørtum:
  • ørindi 1 og 2 lýsa umhvørvið og gomlu konuna. Gjøgnum lýsingarnar av umhvørvinum gerst greitt, at yrkingin gongur fyri seg í bygdum øki, helst einum býi. Konan verður lýst sum "en gammel runken morlil". 
  • ørindi 3-8 snýr seg um tað, sum blómukonan ber fram fyri einum manni, ið hon roynir at yvirtala at keypa blómur frá sær. 

Gjøgnum lýsingarnar av kvinnuni gerst greitt, at blómukonan ikki er hvør sum helst, men at hon í roynd og veru er Afrodite, grikska gudinnan fyri kærleika, vakurleika og fruktbari. Í yrkingini umboðar hon eina hámentan, sum verður sett fram sum ein mótpartur hjá manninum, ið hon roynir at fáa at keypa blákollur. Hon vendir sær til mannin á tveir hættir: áheitandi og hóttandi. Í fyrstuni er hon áheitandi. Útsagnir hennara geva lesaranum eina fatan av, at maðurin ikki hevur áhuga í hennara blákollum: 

Forsmå ikke mine gaver!
Forsmå ikke poesien og kærligheden!
Forsmå ikke livets mirakel!

Vit kunnu siga, at talan er um áheitanir um at hámeta lívið og alt tað vakra, ið er partur av lívsins undri. Áheitarnir rína tó ikki við mannin, og tískil byrjar hon at hótta hann: 

Snart er det for sent at leve. 

Og: 

Snart skal hun [t.v.s. konan hjá manninum] føde dig børn
med blåsot og uden øjne!

Við hesum útsagnunum roynir Afrodite uttan iva at fáa mannin at rakna við og síggja lívsins vakurleika, soleiðis at hann og tað modernaða samfelagið annars gevs áhaldandi í líkasaælu at dálka náttúruna og vanvirða millum annað skaldskapin. 

Den hvide mand
Annar partur í savninum fevnir um 10 yrkingar. Hesin parturin er rættiliga samfelagskritiskur og snýr seg millum annað um fyribrigdi s.s. kríggj, undirgang og deyða. Hesi fyribrigdini verða leinkjað saman við felagsnevnaranum: tí hvíta manninum. Dámurin ber brá av vónloysi, og sostatt knýtir hesin parturins eg at "harmsang" í savnsheitinum ella "samfelagskritiska harmsanginum", sum Bergur Hansen førdi fram í Skáanum. 

Millum tær 10 yrkingarnar í hesum partinujm er "Jam Session 1959". Hendan yrkingin snýr seg um støðuna í heimssamfelagnum. Yrkingin er 12 ørindi til longdar, sum øll hava ymiska longd og hava hvør sína yvirskrift, ið minna um yvirskriftir í vikubløðum. Umframt málburð úr vikubløðum, kemur telegramstílur eisini til sjóndar í yrkingini, tá ið tað stendur ávíkavist "stop" og "fuldstop". Hesin málsligi búnin ger saman við støkkprosa, at tað gerst í lagi, at orð allastaðni gjøgnum yrkingina verða løgd burturúr, og at setningar ikki fylgja mállærureglunum. At yrkingin er slóðbrótandi kemur eisini til sjóndar viðvíkjandi teknseting, tí hetta er fyrsta yrkingin hjá Williami, sum ikki hevur teknseting. Harvið ber til at siga, at hendan yrkingin er eitt gott dømi upp á, hvussu leysur formurin í hesum yrkingasavninum gerst.

Yrkinigin gongur fyri seg í "cafe west ho", sum liggur niðri á einum havnarlagi. Ein hópur av fólki er savnaður í kaffistovuni, bæði fyrrverandi kongalig, kend vinnulívsfólk og Mickey Mouse. Samkoman verður lýst á yvirdrivnan hátt, tí yrkjara eg-ið nýtir satiru fyri at varpa ljós á nøkur virði í modernaða samfelagnum, sum tað metur eru láturligt. Hetta ger yrkjara eg-ið við at blása nøkur viðurskifti upp, sum hópmentanin umboðar. Hetta kemur t.d. til sjóndar, tá ið borðreitt verður fyri gestunum. Teir fáa: 

radioaktiv blæksprutte
kogte søheste i madeirasky
serveret hele
med unger i maven. 

Eftir matin er ymiskt undirhald á skránni, t.d. við einum fíli, sum: 

vrider skriftsteder 
metodistsalmer vitser blues
ud gennem snabelen

Og yrkingin endar við eini lýsing av einum nektardansara: 

strip tease stjernen fever pet
danser i røntgenlys
ganske kønt skelet.

Sostatt endar yrkingin við eini kensluleysari løtumynd, sum saman við restini av yrkingini, vísir á eitt samfelag við manglandi virðisfatan.

Arken søsat
Triðji og seinasti partur í yrkingasavninum fevnir um 13 yrkingar. Hesin parturin fevnir bæði um minnisyrkingar og heimayrkingar. Heitið á partinum vísir til vónina í frásøgnini um Nóa ørk í Gamla Testamenti, um at eftir allan ræðuleika og alla oyðing kemur ein nýggj byrjan, eitt nýtt lív og ein nýggj vón. Hesin parturin knýtir seg sostatt aftur at heitinum "hymne" í savnsheitinum og "lívsjáttandi hásonginum", sum Bergur Hansen førdi fram í Skáanum. Fyri at vísa, hvussu hetta kemur til sjóndar, viðgeri eg í stuttum yrkingina "Håbets klokke" niðanfyri. Talan er um eina modernistiska yrking, men formurin er ikki líka leysur sum í hinum báðum yrkingunum omanfyri.

Yrkingin er 5 ørindi til longdar. Hon er skrivað í 1953, t.v.s. sama á sum friðaravtalan millum Norður- og Suðurkorea. Heitið á yrkingini, "Håbets klokke", er myndburður fyri vón, ið liggur djúpt inni í hjartanum í hvørjum einstøkum menniskja. Somikið djúpt, at tað ikki ber til hjá øðrum at køva hana. Ljóðhermandi orðið "Pyong-Yang" hevur stóran týdning fyri fatanina av yrkingini. Tað er tvítítt og boðar frá, at tað serliga eru íbúgvarnir í Norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyong-Yang, sum ikki mugu lata nakran køva sína vón.

At vónin sambært yrkingini er týdningarmiklasti dýrgripur sæst við tað, at klokkan gongur aftur í øllum ørindunum. Í 1. ørindi verður hon sett fram, og víst verður á, at hóast hon er "sprængt i splinter gang på gang", so er hon ongantíð tagnað, men syngur enn sín vónarsang. Í 2. ørindi verður víst á, at líka mikið hvussu ógvislig týningin er, so rísur klokkan altíð upp aftur úr "sin skrammeldynge". Í 3. ørindi kemur ein sannkenning um, at órætturin til tíðir kann sýnast ongan enda at hava: "Smertens vej er lang, lang". Hóast hetta megnar órætturin ongantíð at køva boðskapin um vón hjá klokkuni, sum her verður staðsett at vera í Norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyong Yang. Í 4. ørindi verður enn eina fer endurtikið, at talan er um Norðurkoreanska høvuðsstaðin. Í hesum ørindinum gerst yrkingin eisini politisk: når i broderskanb vi samles. Yrkjara eg-ið metir sostatt, at eitt sosialistisk samfelag kann bjarga samfelagsligu virðunum, sum stóðu fyri skotum í Norðurkorea. Í 5. og seinasta ørindi verður greitt frá, at vónin býr í hjørtunum á øllum menniskjum.

Hug til meira?
Hymne og harmsang er eitt yrkingasavn við nógvum greiningar- og tulkingarmøguleikum. Í hesi stuttu heildarviðgerðini havi eg bara lagt meg eftir at vísa á bygnaðarligu høvuðseyðkennini í savninum við at draga 3. yrkingar burtur úr rúgvini, t.d. hvussu dámurin í savninum ferðast frá gleði og yvir í vónloysi fyri síðan at enda við einum farra av vón. Eisini havi eg roynt at seta yrkingasavnið í samband við onnur yrkingasøvn hjá Williami, soleiðis at einar dyr inn í hansara bókmentaliga heim vónandi eru latnar upp fyri tykkum lesarum.

Um tú eftir at hava lisið hesa heildarviðgerðina hevur hug at lesa yrkingasavnið, so má eg tíverri fortelja, at tað er útselt frá forlagnum, og harumframt er savnið Samlede digte, har savnið er við, eisini útselt. Tískil vil eg viðmæla tær antin at læna tað á einum bókasavnið ella at leita millum brúktar bøkur. Sjálv fekk eg hendur á savninum við at skriva eitt uppslag á fjasbókini. 1-2-3 so skrivaði ein til mín, at hon hevði sæð yrkingasavnið í einum antikvariati í Keypmannahavn. Til ber sjálvandi eisini at royna bókasøluna hjá Reyðakrossi og í Gamla bókahandli. Tað kann vera, at tey liggja inni við eintøkum.

Keldur
Umframt sjálvt yrkingasavnið, so vísi eg í viðgerðini til hesar keldurnar: 

Brostrøm, Torben. 2000. “Himmel og hav. William Heinesens lyrik”. Úthavsdagar. Ritstj. M. Marnersdóttir og T. Sigurðardóttir. Tórshavn: Annales Societatis Scientiarum Færoensis. Supplementum XXIX

Hansen, Bergur. 2002a. “Frá symbolismu til samfelagskritikk”. Skái 97.
2002b. “Lovsangir, pínufull tilvitan og mentanarkritikkur”. Skái 122. 


Comments

Popular posts from this blog

10 góðar bøkur til summarfrítíðina

Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa

Bókaviðmæli til mammudagin

Í sambandi við at ársins mammudagur verður sunnudagin 10. mai, viðmæli eg niðanfyri 9 bøkur. Felags fyri allar bøkurnar er, at tær antin á einhvønn hátt viðgera fjølbroytta mammuleiklutin, ella at tær á annan hátt hóska seg væl til mammur at lesa. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar bøkur.  Hvør veit, møguliga fært tú við bókaviðmælunum íblástur til, hvussu tú kanst hjúkla um mammu tína sunnudagin? Ella fært tú møguliga íblástur til komandi bókina á tínum egna náttborði? Góðan lesihug!  Ein táttur er silvur eftir Sólrúna Michelsen Síðst í 19. øld doyr ein mamma í barsilssong, har pinkubarnið eisini doyr. Eftir sita maður og 10 børn í djúpari sorg, sum verður tagd burtur. Eftir eini tíð giftist pápin við aðrari bygdarkvinnu, børnini verða spjadd, og ymiskar lagnur spyrjast burturúr. Tvær døtur flyta til Danmarkar at búgva, og skapa sær har tvey ymisk familjulív: onnur fylgir samfelagsnorminum í tíðini tá, meðan hin er uppreistrarsinnað og ger tilvitað upp

Harmur og gleði í felag tey reika

Margit M. Baadsager: Góða systir – ein dagbók til Arnvør. Sprotin 2019. 411 síður. Vegleiðandi søluprísur er 298 kr. Í november 2015 fekk 38 ára gamla fekk Arnvør á Torkilsheyggi staðfest heilakrabba, sum bar við sær, at hon misti sítt stutttíðarminni. Støðan gjørdi, at eldra systir hennara, Margit, bretti upp armar og fór undir at skriva eina dagbók. Endamálið við dagbókini var, at hon kundi vera eitt amboð til Arnvør at fáa samanhang í sítt lív, tá ið hon hevði bast herviligu sjúkuni: -Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk aftur, kanst tú lesa dagbókina og verða dagførd. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum. Arnvør gjørdist ikki frísk og fekk ongantíð møguleika at lesa dagbókina og verða dagførd um sína sjúkralegu, men tann møguleikan hava vit onnur nú fingið. Bókin nemur hjartastreingirnar, tí við skemti og álvara verður á jarðbundnan hátt greitt frá familjulívinum hjá eini vanligari føroyskari familju,

Sorg og saknur í barnahædd

Rakel Helmsdal: Loftar tú mær? Bókadeild Føroya Lærarafelags 2019. Vegleiðandi søluprísur 149 kr. Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata. Hóast bókin einans er 36 síður lang, er hendingargongdin hegnisliga býtt sundur í 4 partar við hvør sínum heiti. Hesi eru Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi og Træið og stjørnurnar. Í trimum teimum fyrstu pørtunum uppliva vit sum lesarar sama tíðarskeið í garðinum frá trimum ymiskum sjónarhornum: fyrst frá sjónarhorninum hjá lítla

Tá ið dreymurin gerst veruleiki

Michelle Obama: Min historie. Lindhardt og Ringhof 2019. 456 síður. Anders Juel Michelsen týddi úr enskum. Vegleiðandi søluprísur 300 kr. Eg ivist onga l øtu í, at Michelle Obama í løtuni telist millum heimsins mest spennandi og fyrimyndarligu kvinnur. Sum fyrsta afroamerikanska forsetafrúan í Amerika hevur hon verið við til at flyta mørk, bæði stór og smá. Við árslok 2018 kom sjálvsævisøga hennara Min historie endiliga á alheimsmarknaðin. Í bókini letur hon dyrnar upp og bjóðar heiminum við sær á eina ferð gjøgnum sítt hendigaríka lív, ið er merkt av bæði upp- og niðurtúrum. Hetta er lesnaður, sum lesarar kring allan heim uttan iva hava glett seg til leingi, tí bókin hevur higartil verið skrødd av hillunum og hevur sett øll sølumet. Væntað verður, at hon skjótt vinnur heiðurin sum mest selda sjálvsævisøga í heiminum. Í bókini er ferðin gjøgnum lívið hjá Michelle væl skipað við klassiskum rite de passage bygnaði. Bókin er í trimum høvuðspørt