Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2020

Okkara William Heinesen

Í ár eru tað 120 ár síðan, at havnarmaðurin William Heinesen var borðin í heim. Ymisk tiltøk hava verið á skránni í hesum sambandi fyri at fagna Williami og rúgvusmikla verki hansara, sum m.a. fevnir um skaldsøgur, yrkingasøvn, leikir og myndlist. Á Mentum vilja vit eisini vera við í fagnaðinum, og tískil ber niðanfyri til at lesa eina stutta heildarviðgerð av hansara yrkingasavni Hymne og harmsang, sum Gyldendal gav út í 1961, og sum í 1984 var endurprentað í Samlede digte. Vónandi kann viðgerðin vera við til at gloppa einar dyr, soleiðis at tit síggja bókmentaliga skattin, sum William Heinesen hevur latið okkum.  Hymne og harmsang  í síni heild William Heinesen gav tilsamans 7 yrkingasøvn út.  Hymne og harmsang  var nummar 6 í hesi røðini. Savnið var slóðbrótandi á fleiri hættir, t.d. var tað tað fyrsta yrkingasavnið hjá Williami, sum fekk heitið, sum ikki hevur beinleiðis tilsipingar til náttúruna. Hetta er áhugavert, tí William var altíð nærlagdur, tá...