Endiliga er summarið komið við sínum góða veðri og ljósu náttum. Fyri flest okkara ber summartíðin brá av, at vit í størri mun hava møguleika fyri at taka okkum av løttum. Tá ið eg taki mær av løttum, plagi eg altíð at lesa ella lurta eftir bókum. Nógvar bøkur koma á føroyska og alheimsmarknaðin hvørt ár, so tað kann ofta tykjast torført at finna júst ta bókina, ein hevur hug at lesa. Niðanfyri viðmæli eg 10 bøkur, sum eg havi lisið í seinastuni. Listin er fjølbroyttur og inniheldur bæði føroyskar og útlendskar bøkur og nýggjar sum gamlar bøkur. Vónandi fært tú íblástur til tína komandi lesiuppliving. Góðan lesihug! Bjørk Maria Kunoy: Vit, Føroya fólk Hetta er ein politiskt samtíðarskaldsøga, ið viðger stríð og strev, tá ið nakrir politiskir flokkar seta sær fyri, at ein føroysk grundlóg skal setast í verk. Hetta stríðið er kryddað við spennandi persónligum søgum frá lívinum hjá fleiri høvuðspersónum, bæði politikkarum og vinnulívsfólki. Hesi royna øll hvør á sín hátt at fáa ...
Fylg blogginum á instagram, har bókaprát altíð er í miðdeplinum! Navnið er: mentir_bloggur.